Jes Høgh raktur av blóðproppi á heilan

Fyrrverandi danski fótbóltsleikarin, Jes Høgh, varð sunnunáttina raktur av einum blóðproppi á heilan. Hetta veit heimasíðan hjá Ekstrablaðnum, eb.dk, at siga frá. Jes Høgh var staddur á einum hotelrúmi í Keypmannahavn, tá hann knappliga bleiv raktur av blóðproppinum. Hann bleiv bráðfeingisinnlagdur, og innan tríggjar tímar hevði hann fingið evnið trombolyse, sum loysir upp blóðproppar. Jes Høgh noyddist at gevast við fótbólti í 2001 orsakað av einum afturvendandi skaða, og seinastu tíðina hevur hann arbeitt sum kommentator hjá Canal Plus.