Jerusalem skal ikki býtast sundur

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at Jerusalem verður ongantíð býttur í tveir partar, og at býurin verður verandi høvuðsstaður í Ísrael Tey avgjørdu orðini orðini eru ein staðfesting av tí, sum Netanyahu segði á fundi við Barrack Obama, forseta fyrr í vikuni. Tá gjørdi hann greitt, at palestinar kunnu ikki fáa egið ríki undir liðini á Ísrael.

-Jerusalem er høvuðsstaður Ísraels, og býurin verður altíð okkara, segði forsætisráðharrin í gjár.

Fleiri leiðandi palestinar finnast at orðum forsætisráðharrans. Palestinski samráðingarleiðarin Saeb Erekat sigur, at støðan hjá Netanyahu er eitt bakkast fyri friðarætlanina hjá Obama, sum millum annað umfatar eina loysn við einum palestinskum ríki.