Á heimasíðuni hjá Rapporten, ið er danska heiti á sendingini, stendur ein grein um sendingina, við heitinum Farlige huller i Microsoft Windows. Og tað eru júst hesi hol Jens Olaf Jersild viðger í sendingini. Vitandi at hann ikki er mentur at stoppa hesi hol einsamallur, er tað hansara uppgáva at gera vart við feilirnar í Windows skipanini.
Sendingin byrjar við spurninginum: Er Windows trygt, ella eru onnur við at yvirtaka lív títt? Hesum spurningi fær Jersild hegnisliga svara, við at nýta tvey offur, ið greiða frá, hvussu teldusnildingar nærum hava lagt lív teirra í oyði. Hátturin hjá teldusnýtingunum er einfaldur, teir senda tær ein mail, har sendarin nevnist No Name. Við at opna viðløgdu fílina, er opið hús í teldu tíni, og teldusnýtingurin kann gera hvat hann vil inni á teldu tíni, eins og hann kann nýta tín samleika í øðrum samskifti.
Eisini megnaði Jersild at vísa, at sjálvt um tú hevur ein elektroniskan brandmúr uppsettan í telduni, ber til at koma ígjøgnum hjá teldusnýtingum, og antivirus skipaninar kunnu slett ikki nýtast í hesum sambandi.
Snildisliga fekk Jersild infiltrerað nakrar serfrøðingar, ið ikki høvdu góð orð at bera Microsoft fyritøkuni, og hesir greiddu frá, hvussu Bill Gates og virki hansara, á sera liberalan hátt, velja at geva brúkarunum fult ræði, og fulla ábyrgd av teldu-tøknini, soleiðis at tann klóki hevur frítt spæl tá hann skal lumpa tann minnið klóka.
Eisini var práta um forritið, Back Orifis, ið ger tað lættari hjá teldusnýtingum at vitja teg og ikki minst teldu tína.
Niðurstøðan var greið, Bill Gates og Microsoft eru ikki brúkaravinarligir tá tað kemur til trygdarskipanir, og Windows skipanin er full av holum, ið kunnu gera lív títt til eitt h__ á jørð.
Eftir stendur so spurningurin: Fekk Jersild skublina undir Gates? Nei tað fekk hann neyvan, ringt er og verður tað, at støðga hesum teldumilliarderinum á ferð síni eftir tøkniliga motorvegnum. Tó kunnu vit rokna við, at Windows fer at gera meira við trygdarskipaninar í framtíðini, tí vit eiga og mugu ganga út frá, at slíkar sendingar ikki bert vera gjørdar í Danmark. Vit vita at journalistar kring allan heimin hava fingið sær eitt nýtt offur, nevnliga Bill Gates. Og innan long tíð er farin, fara teir á Microsoft ivaleyst at laga seg eftir ynskjunum hjá fjórða statsvaldinum ? teimum hungrandi fjølmiðlunum, ið vilja gera alt fyri at fáa heimsins ríkasta mann niður á knøini.
At Bill Gates hevur vunni sera nógvan pening gjøgnum tíðirnar, er ongin ivi um. Um tú leitar á Altavista, ella øðrum netleitarum, efitir greinum ið hava tilknýti til Bill Gates, finnir tú fram til, at tað eru fleiri milliónir til av slagnum.
At fólk í millióntavís hava lagt greinir um Bill Gates inn á Alnetið, er so eitt, men um tú tekur eina stakroynd, og lesur nakrar av greinunum, er greitt, at 90% av hesum greinum eru annaðhvørt skemtisøgur, av tí minni pena slagnum, um mannin, ella er talan um greinar, sum lýsa pengapungin hjá Bill Gates. Ella við øðrum orðum, eitt tað sum hugtekur flest fólk við tilknýti til Alnetið, er hvussu nógvan pening maðurin vinnur sær um árið, dagin ella minuttin.
Sera mótsigandi, tí øll hesi, sum hava so ilt av pengapunginum hjá Hr. Gates, sita sjálvi og leggja greinar um hetta inn á netið, við júst teimum forritum, sum hava gjørt manning so ríkan.
Á myndini omanfyri, sæst hvussu pengapungurin hjá Bill Gates er nørdur seinastu árini, og hóast myndin ikki er so greið, er talan um eina eksponentielt vaksandi talvu. Hetta er júst tað sum fólk um allan heimin eru so ørg inn á, so óansæð hvussu nógv Jersild er hataður av teimum hann rakar meinast, so er hann elskaður av fjøldini. Hetta kunnu vit ikki siga um Gates.
Summa sumarum, Jersild vann moralska stríðið móti Gates, men tað er Gates sum trumlar víðari eftir tøkniliga motorvegnum, við 120 kilometraferð, í øllum førum til fleiri Jersildar gera vart við støðuna ? livst so spyrst.
finn@sosialurin.fo