Sunnudagin varð avgjørt, hvar Oyggjaleikirnir í 2015 skulu haldast. Tað var einaferð tosað um, at Føroyar skuldu royna at fáa hesar leikir, men ætlanin var slept, og eingin almenn umsókn varð send um hetta.
Tvær oyggjar vildu hava leikirnar í 2015, og kappingin um leikirnar var tøtt. Tá limalondini í IGA um vikuskiftið atkvøddu, gjørdist úrslitið, at Jersey fekk 28 atkvøður, og Gotland fekk 27 atkvøður. Ein atkvøða var blonk.
- Kappingin um leikirnar í 2015 var hørð, og vit høvdu tvey sera góð boð at velja ímillum. Nógv av limalondunum vóna, at Gotland søkir aftur um leikirnar í 2017, sigur Jørgen Pettersson, formaður í Oyggjaleikanevndini.
Avgerðin um, hvør skal hýsa Oyggjaleikunum í 2017 verður tikin í 2012. Næstu Oyggjaleikirnir verða hildnir á Isle of Wight, og í 2013 er Bermuda vertur.
Tosað hevur verið um, at Føroyar skulu søkja um at fáa Oyggjaleikirnar í 2017.










