Jersey: Blakið Føroyar úr Oyggjaleikum

Fólk á Jersey vilja hava Føroyar tveittar úr Oyggjaleikum

Á bretsku oynni Jersey eru røddir fram um, at Jersey eigur at virka fyri, at Føroyar verða tveittar úr Oyggjaleikum.

 

Orsøkin er springaradrápið í Skálabotni.

 

Senatorurin Lyndon Farnham, sum eisini er varaleiðari í stjórnini, heldur, at Jersey eigur at heita á nevndina í oyggjaleikafelagsskapinum International Island Games Association (IIGA)  um at viðgera, um Føroyar skulu sleppa at vera partur av Oyggjaleikum, so leingi føroyingar drepa springarar.

 

– Eg mótmæli upp á tað harðasta hetta óneyðuga og ráa drápið av delfinum. Vit skulu krevja Føroyar til svars fyri drápið, sigur Lyndon Farnham við Jersey Evening Post.

 

Vararáðharrin Hugh Raymond, sum hevur ábyrgd av ítrótti, heldur, at Jersey skulu brúka limaskapin í IIGA til at mótmæla springaradráp í Føroyum.

 

– Vit eiga at umhugsa, um vit vilja hava eitt slíkt land við í leikunum, sigur hann sambært Jersey Evening Post.

 

Roy Travert, sum er fyrrverandi valevni, hevur skrivað til allar limirnar í tjóðartinginum og biðið teir virka fyri, at Føroyar verða útihýstar frá Oyggjaleikum frameftir.

 

23 oyggjar – serliga norðurlendskar og bretskar – eru limir í IIGA.