Jersey: 15 kunnu vera deyð í spreinging

Trý fólk eru funnin deyð, onnur eru saknað

Ógvislig spreinging í íbúðarblokki á oynni Jersey kann hava kostað 15 fólkum lívi. Trý fólk eru funnin deyð, og myndugleikarnir siga, at upp í 12 onnur fólk kunnu vera í leivdinum av rapaða bygninginum.

 

Spreingingin hendi í íbúðarflokki í høvuðsstaðnum Saint Hellier í gjár, og illgruni er um, at talan er um gassspreinging. Nakað av eldi var eftir spreingingina, men hann var skjótt sløktur. Bjargingarliðini hava leitið eftir yvirlivandi, men nú eru vónirnar smáar um at finna nakran á lívi í leivdunum.  

 

Leiðandi løgreglumaður á Jersey sigur sambært Ritzau, at sløkkilið var boðsent fríggjakvøldið, tí tað luktaði av gassi. Gassveitarin sigur, at tey samstarva við myndugleikarnar um at finna orsøkina til spreingingina.

 

Jersey liggur í Ermasundi nærindis norðurfronsku strondini. Umleið 100.000 fólk búgva á oynni, ið ikki er limur í ES. Nógvir føroyingar munnu kenna Jersey frá Oyggjaleikum.