Amerikanski sjónvarpsprædikumaðurin Jerry Falwell doyði í gjár, eftir at hann var funnin vitleysur á skrivstovu síni. Jerry Falwell var kendur sum ein av teimum fremstu átrúnaðarligu høgramonnunum, sum hava fingið stóra ávirkan á amerikanskan politikk, síðani George W. Bush gjørdist forseti. Jerry Falwell var serliga kendur fyri sítt harða stríð ímóti samkyndum og fosturtøku, og tað vakti stóran ans, tá hann sett samkynd í samband við yvirgangsatsóknina at USA 11. september í 2001. Seinni bað hann kortini tey samkyndu um umbering fyri tað, sum hann hevði sagt.