Jeremy Camp til Føroya við leiguflogfari

Fjarðafestivalurin nærkast, og dagarnir fjarða, er spenningur í luftini. Seinasta nýggja er at høvuðsnavnið, Jeremy Camp, kemur til Føroya fríggjadagin í næstu viku, við leigaðum flogfari Fyrireikarirnir av fjarðafestivalinum hava gjørt avtalu við enskt útleigufelag um leiguflogfar, sum skal flúgva Jeremy Camp og manning um Norður Atlantshavið, úr Edinburg til Føroya.

Tað verður eitt upplivilsi av teimum heilt stóru, at hoyra henda framúrskarandi artistin, sum júst er kosin ársins artistur og sangskrivari, av størsta kristna tónleika magasininum í USA, CCM magasin. Tí mugu vit ásanna, at talan er ikki um hvønn sum helst, tá hesin snillingur trínur á pall í Skálabotni fríggjakvøldið 5. juni.

Um tú ikki hevur ognað tær eitt atgongumerkið til festivalin enn, er at skunda sær, tí talan verður um avmarkaða atgongd, og møguliga fer prísurin at hækka, tá seinastu atgongumerkini verða seld við dyrnar.