Heitið á framsýningini »tað ið verður borið« merkir, at á framsýningini eru myndevnini tað sum verður borið sum t.d. taskur og kjólar og nógv ymiskt annað. Dótturin, Ea Jeppesen, hevur eisini yrkingar við á framsýningini.
Kirsten er hálvføroysk, mamman er føroysk, Alma, dóttir Hans Nielsen, úr Kvívík. Hetta er sættu ferð, at Kirsten sýnir fram í Smiðjuni.
Seinastu nógvu árini hevur Kirsten málað, fyrst vóru tað mest alvarellir, men seinnu árini hevur hon málað nógvar oljumálningar, umframt at hon ger ymiskt annað.
Framsýningin verður opin til og við týsdagin 22. apríl, allar dagar frá kl. 14.00 – 20.00.










