Jeppe: Neistin fekk brúkt breiddina í dag

(Rás2) Hoyr FTZ-venjaran hjá Neistanum seta orð á 24-16 (14-9) heimasigurin hjá Neistanum ímóti KÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Jeppe Borch, høvuðsvenjara hjá Neistanum, sum sá sínar spælarar vinna ein tryggan 24-16 (14-9) heimasigur á KÍF í FTZ-deildini í dag.

 

Jeppe Borch hevði væntað ein harðari og strævnari dyst ímóti sínum gamla arbeiðsgevara, KÍF í dag.

 

Jeppe Borch fegnast um, at breiddin í hópinum hjá honum gjørdi mun. Spælætlanin var at renna KÍF niður við skjótálopum, og tann ætlanin eydnaðist hjá Neistanum. Neistin fekk eisini eina sjeymála-leiðslu beinavegin í seinna hálvleiki, og tann munurin helt restina av dystinum.

 

Jeppe Borch slær fast, at teir í Neistanum taka ein dyst í senn, og fara ikki upp at flákra av tí góðu gongdini.

 

Støðan:

 

 

FTZ-deildin:
1Neistin13 dystir338288+5021 stig
2H7113346327+1919
3Team Klaksvík12278296-1812
4Kyndil12292295-311
5VÍF10300298+210
6KÍF13325350-257
7StÍF13345370-256