Steypafinalan hjá monnum verður leikt í dag klokkan 16.00
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum
Neistin rakk FM-finalunum seinasta kappingarár, har tað gjørdist til silvurheiðursmerki. Nú stendur Neistin aftur í eini finalu, og liðið er svangt eftir at smakka gull.
Jeppe Borch, neistavenjari, kennir eisini at liðið hjá sær er í sera góðum hýri, allir leikarar eru til reiðar og gleða seg at spæla finaluna.
Eins og venjarin hjá mótstøðuliðinum, so hevur neistavenjarin trupult við at síggja nakað lið hava fyrimun, og hann vísir á, at higartil hava liðini vunnið ein tættan dyst í part umframt at tey hava spælt ein javnleik.
Neistamenn eru ósigraðir í steypakappingini í ár, og í seinnu hálvfinaluni settu teir veruliga KÍF upp á pláss.
-Tað er eingin ivi um, at vit vóru sera nøgdir við seinasta dyst, og vit fara sjálvsagt at royna at raka eitt eins høgt støði aftur. Nú fara vit at vita um vit ikki fáa lagt nøkur prosent afturat undan finaluni, sigur Jeppe Borch.
Seinast Neistin vann steypakappingini, var tað móti júst Kyndli í finaluni, og neistavenjarin heldur eisini at ein grannauppgerð við Kyndli gevur finaluni eyka spenning.
-At spæla móti Kyndli ger tað enn stuttligari, bæði fyri leikararnar og áskoðararnar. Eg kenni at tað er ein góður kappingarandi millum feløgini, og tað vænti eg eisini kemur til sjóndar leygardagin. Hvørgan liðið fer at leggja seg niður av fríum vilja, ger Jeppe Borch greitt, og leggur afturat at Neistin kortini ikki hugsar so nógv um hetta í fyrireikingunum.
-Vit fyrireika okkum til dystin eins og altíð: Við virðing fyri mótstøðuni og við trúgv á okkara egnu evnir, sigur neistavenjarin.
Hann væntar eisini ein sera tættan dyst.
-Liðini kenna hvønn annan so væl, so eg vænti at teir heilt smáu smálutirnir gerast avgerandi. Tað vera teir lítlu tvídystirnir í dystinum, sum til dømis dysturin millum málverjarnar, sum fara at koppa dystin annan vegin. Tá ið saman um kemur, so vænti eg at tað liðið, ið megnar at halda høvdið kaldast tá ið tingini skulu avgerast, fer at vinna dystin, sigur Jeppe Borch at enda.