Jensa skoraði framúr sigursmál

Kvinnur: Favorittarnir fullu sum flugur, tá ið NSÍ og Víkingur vunnu, og HB megnaði javnleik í Klaksvík

Landsliðsspælarin Jensa Tórolvsdóttir skoraði hattrikk og sigursmálið varð skorað við framúr frísparki úr 40 metrum, tá ið Víkingur á heimavølli vann 4-3 ímóti B36

Tað tørnaði ikki soleiðis út, sum støðutalvan kundi lagt upp til, at tað fór at gera, tá ið áttanda umfar í bestu kvinnudeildini var á skrá.

 

Higartil í ár hevur tað gingið av skriðuni hjá Víkingi, sum undan heimadystinum ímóti B36 í dag bara hevði vunnið úrtøku í fyrsta umfari, tá ið Víkingur vann stórsigur á útivølli ímóti suðuroyingum.

 

Í dag glapp hjá Víkingi, sum vann 4-3 á heimavølli ímóti B36 og harvið tvífaldaði um úrtøkuna í stigum.

 

Í fyrra hálvleiki bendi einki á, at Víkingur fór at vinna. Brasilsku spælararnir Jiselle Souza og Livyan Silva løgdu síðsta korterið av fyrra hálvleiki B36 á odda 2-0. Tá ið ein lítil tími var farin, minkaði landsliðsverjuspælarin Maria á Lakjuni um munin til 2-1, og næstu 20 minuttirnar skoraði landsliðsmiðvallarin Jensa Tórolvsdóttir tvey mál aftrat.

 

Hon javnaði til 2-2 við brotssparki, og tíggju minuttir seinni legði hon Víking á odda 3-2.

 

Vanliga leiktíðin var farin, tá ið B36 liðformaðurin og miðvallarin Olga Kristina Hansen javnaði til 3-3, og so var tað, at Jensa Tórolvsdóttir, tá ið meiri enn fýra minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, við frágera góðum frísparki úr 40 metrum og heilt upp í málhornið var meistari fyri hattrikki, tá ið hon skoraði 4-3 sigursmálið hjá Víkingi.

 

EBS/Skála er næstfremst, og samansetta liðið varð roknað at vera favorittur í Hólmanum á Eiði ímóti NSÍ. Men tær úr Runavík vunnu 2-0. Heidi Sevdal setti hol á beinanvegin. Tá átti Laila Pætursdóttir uppleggið, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki átti Heidi Sevdal uppleggið, tá ið Stefani Cabral úr Brasil økti um leiðsluna fyri NSÍ, sum seinna partin av seinna hálvleiki var undirmannað.

 

Hóast KÍ í mong ár hevur átt betri lið enn HB, so hevur HB oftast staðið seg væl ímóti favorittunum úr Klaksvík. Soleiðis var tað eisini í dag. Dysturin millum javnaldrarnar, sum varð spældur í Klaksvík, endaði 1-1. Bæði málini vórðu skorað eftir lítlari løtu í fyrra hálvleiki. Fyrsti gjørdi KÍ sjálvmál, og fimm minuttir seinni javnaði Eyðvør Klakstein til 1-1.

 

Í gjár vann 07 Vestur stórsigur – 14-0 – ímóti TB/FCS/Royn.

 

-

 

07 Vestur – TB/FCS/Royn 14-0 (7-0)

 

1-0: Lisa Haraldsen 4.

 

2-0: Evelin Mastropasqua br 7.

 

3-0: Lisa Haraldsen 16.

 

4-0: Evelin Mastropasqua br 21.

 

5-0: Sissal Haraldsen 34.

 

6-0: Sissal Haraldsen 38.

 

7-0: Sissal Haraldsen 45.

 

8-0: Evelin Mastropasqua 48.

 

9-0: Evelin Mastropasqua 65.

 

10-0: Mona Poulsen 68.

 

11-0: Evelin Mastropasqua 73.

 

12-0: Lisa Haraldsen 75.

 

13-0: Carol Silva 88.

 

14-0: Evelin Mastropasqua 91.+

 

-

 

KÍ – HB 1-1 (1-1)

 

0-1: Sjálvmál 24.

 

1-1: Eyðvør Klakstein 29.

 

-

 

Víkingur – B36 4-3 (0-2)

 

0-1: Jiselle Souza 30.

 

0-2: Livyan Silva 43.

 

1-2: Maria á Lakjuni 59.

 

2-2: Jensa Tórolvsdóttir br 68.

 

3-2: Jensa Tórolvsdóttir 79.

 

3-3: Olga Kristina Hansen 91.+

 

4-3: Jensa Tórolvsdóttir 94.+

 

-

 

EBS/Skála – NSÍ 0-2 (0-2)

 

0-1: Heidi Sevdal 6.

 

0-2: Stefani Cabral 27.

 

-

 

862023420
EBS/Skála8512221016
NSÍ841321813
HB8413211013
B368413241413
07 Vestur8404251112
Víkingur820625186
TB/FCS/Royn80081860

 

-

 

Máltindurin

 

Evelin Mastropasqua 07 Vestur       8

 

Heidi Sevdal NSÍ                              8

 

Livyan Silva B36                               8

 

Jensa Tórolvsdóttir Víkingur            7

 

Kára Djurhuus EBS/Skála                 7

 

-

 

9. umfar

 

Leygardagin 28. mai

 

HB – 07 Vestur

 

Sunnudagin 29. mai

 

KÍ – NSÍ

 

Víkingur – EBS/Skála

 

B36 – TB/FCS/Royn

 

 

 

Landsliðsspælarin Jensa Tórolvsdóttir skoraði hattrikk og sigursmálið varð skorað við framúr frísparki úr 40 metrum, tá ið Víkingur á heimavølli vann 4-3 ímóti B36