Bassleikarin Jens Tummas Næs, kendur úr m.a. All That Rain, spælir í løtuni í einum donskum bólki, ið nevnist Brown Sugar og bólkurin fer á pall í Keypmannahavn um vikuskiftið Jens Tummas Næs er kendur sum ein av heilt góðu bassleikarunum í Føroyum, men nú roynir hann seg eisini í Danmark við bólkinum Brown Sugar.
Talan er um ein bólk, ið spælir løg hjá Rolling Stones. Brown Sugar hevur spælt í tvey ár, men nýggja manningin við Jens Tummasi á bassi hevur spælt í hálvt ár.
Fimm mans eru í bólkium, og Jens Tummas er einasti føroyingur. Brown Sugar fer á pall á Skarv í Keypmannahavn leygarkvøldið.