Jens Stoltenberg væl umtóktur

Norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, hevur ongantíð verið so væl umtóktur sum í hesum døgum. Í einari meiningakanning, sum er gjørd fyri blaðið VG, sæst, at 94 prosent av teimum spurdu rósa forsætisráðharranum fyri at hava handfarið kreppuna av yvirgangsatsóknunum sera væl ella væl.

Teir seinastu dagarnar hevur Jens Stoltenberg víst eina menniskjaliga síðu av sær sjálvum. Hann hevur verið allastaðni, har norska fólkið helt, at hann átti at vera, og hann hevur hildið nakrar sera kenslubornar røður við sera greiðum boðskapi.

Meiningakanningin hjá VG vísir eisini, at Haraldur kongur og Haakon krúnprinsur eru væl umtóktir í Noregi. 76 prosent siga, at kongur hevur handfarið kreppuna sera væl, og 74 prosent siga tað sama um krúnprinsin.