Jens Stoltenberg fingið nýtt starv

- Eg havi vígt alt mítt politiska lív til tess at varðveita frið. Tað er ein stór æra fyri meg at leiða trygdarráðstevnuna í München, sigur Jens Stoltenberg

Tað er nú greitt, hvat fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, fer at takast við, nú hann er leysur í starvinum, hann hevur røkt seinastu tíggju árini.

 

Nýggja starvið er sum leiðari fyri Altjóða Trygdarráðstevnuni í München, og hetta váttar ráðstevnan á X, fyrrverandi Twitter. 

 

- Eg havi vígt alt mítt politiska lív til tess at varðveita frið. Tað er ein stór æra fyri meg at leiða trygdarráðstevnuna í München, sum hevur til endamáls at vinna "frið við samrøðum".

 

Tað sigur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin í tíðindaskrivi. Hin 1. oktober varð Jens Stoltenberg avloystur av niðurlendinginum, Mark Rutte.

 

Trygdarráðstevnan í München byrjar sum óformelt kjakforum fyri verjupolitikki, men hevur við árunum fingið eina breiðari trygdarpolitiska dagsskrá.

 

Ráðstevnan savnar árliga eina røð av ríkisleiðarum, politikarum og granskarum, og luttakaratalið liggur vanliga omanfyri 400.

 

- Fleiri útlendskir miðlar hava áður sagt, at Jens Stoltenberg helst verður nýggjur leiðari á trygdarráðstevnuni, og nú er greitt, at hetta verður hansara leiklutur, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.