Jens Stoltenberg ávarar Russland

- Veitingarleiðin til vápn og ymiskt annað til ukrainska herin er trupul, tí vandi er fyri álopum, sigur Nato-aðalskrivarin.

Nato-aðalskivarin, Jens Stoltenberg, ávarar nú Russland um at leypa á veitingarleiðina, ið lond, sum eru limir í Nato, brúka inn í Ukraina.

 

- Eitt álop á Nato-land, Nato-deildir og Nato-kapasitet, sum hann málber seg, er eitt álop á Nato.

 

Tað sigur Jens Stoltenberg við kanadisku tíðindastovuna, CBC News.

 

Stúrt verður fyri, at Russland fer at royna at hindra umheiminum at flyta vápn og aðrar veitingar til ukrainska herin.

 

Jens Stoltenberg ásannar, at veitingarleiðin er trupul, tí vandi er fyri russiskum álopum. 

 

Nato-aðalskrivarin sigur við kanadisku tíðindastovuna, at rætturin at veita Ukraina vápn er niðurfeldur í ST-samtykt.