Hann byrjaði sítt arbeiðslív í Sápuhúsinum sum ørindadrongur í 1944 til 1947.
Síðan fór hann í Havnar Timburhandil at arbeiða, og har starvaðist hann heilt fram til 1993 bert við tveimun stuttum steðgum í 1952-53, tá ið hann var við Seagul og 1954, tá ið hann var við Kongshavn.
Í 1955 var hann eitt stutt skifti á Havnarfjørðinum í Islandi, og hann hevur eisini arbeitt á Føroya Termovirki.
Eftir at Jens Petur gavst í Havnar Timburhandli, fór hann til til sjós, og hevur hann verið á sjónum meira ella minni síðani.
Hann var við Thor 1996-1999, og hevur hann eisini róð út og egnt hjá fleiri av bátunum á Argjum.
Jens Petur var í bygdaráðnum á Argjum í nógv ár, 1977-1988 og í nevdini hjá Argja Bóltfelag, somuleiðis í fleiri ár.
Jens Petur og Paula (fødd Djurhuus) úr Hósvík eiga fýra børn, Ingemar, Maiken, Óla Christian og Hildigerð.
Føðingardagurin verður hildin heima hjá Ingemar í Reynsgøtu 11 leygarkvøldið, 1. oktober; tað er í kvøld.