ÚTGÁVA
Í dag 22. mai handar Norbert Vogt frá Týska-føroyska vinafelagnum "Tjaldur" Jens Paula Heinesen, rithøvundi, týsku týðingina av "Nú ert tú mansbarn á foldum", sum júst er útkomin við heitinum "Ein Kind hier auf Erden". Hetta er fyrstu ferð, at ein skaldsøga, týdd beinleiðis úr føroyskum, kemur út í Týsklandi. Otmar Werner, sáli, týddi við stórum nærlagni. Vinafelagið hevur greitt handritið til prentingar, útgevari er Ulrich Meysenburg.









