Jens Pauli er útbúgvin lærari, men hevur síðan 1970 virkað sum rithøvundur burturav. Fyrsta bók hansara, søgusavnið Degningsælið, kom í 1953, og síðan tá eru komnar tilsamans 15 skaldsøgur og 10 søgusøvn, umframt sjónleikir, ritgerðir og greinar. Fleiri av skaldsøgum og stuttsøgum hansara eru týddar til onnur mál, eitt nú til týskt, norskt og grønlendskt.
Tvær ferðir, í 1959 og í 1993, hevur Jens Pauli Heinesen fingið bókmentavirðirløn M.A. Jacobsens, og í 1999 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins fyri sítt megnaravrik. Jens Pauli hevur eisini verið virkin í Rithøvundafelag Føroya, har hann árini 1970-73 sat sum formaður.
Rithøvundafelagið ynskir Jens Paula hjartaliga til lukku við degnum.
aód