Jens Okking deyður

Føroyingar kenna danska filmsleikaran millum annað sum løgmman í filminum Barbara.

Kendi danski filmsjónleikarin Jens Okking er deyður. hetta hendi klokkan 06.05 í morgun, danska tíð, veit Ekstrablaðið at siga frá tíðindastovuni Ritzau.

 

 

Jens Okking var millum kendu sjónleikararnar í Danmark, og leikti við í mongum filmum. Hann vann Bodil fyri sín leiklut í Nitten Røde Roser og varð eisini heiðraður fyri sín lut í filmunum Strømer og At Klappe Med Een Hånd.

 

 

Í Føroyum minnast vit Jens Okking millum annað sum ein, ið spældi ein høvuðsleiklut, tá filmsverkætlanin Barbara fór fram í Føroyum, og at kalla setti dagsskránna í Føroyum. Jens Okking spældi løgmaður í flminum Barbara frá 1997.

Hetta er størsta filmsverkætlan í Føroyum nakrantíð.

 

 

Jens Okking fer til gravar úr Marmorkirkjuni tann 26. januar.