Tíðindaskriv
Komandi leygarkvøld verður stór konsert við teimum báðum vælumtóktu Jens og Kristel Listberg í nýggju ítróttarhøllini á Eiði. Tað er Eiðis Bóltfelag sum skipar fyri konsertini. Umframt at savna pening inn til felagið, vil EB geva fólki møguleikan fyri einum hugnaligum kvøldi á Eiði við góðum tónleiki.
? Tílik tiltøk hava verið ov fá av á Eiði. Men nú ítróttarhøllin er komin, og umstøðurnar munandi bøttar, er tað upplagt at hava eina tílíka konsert, siga fyrireikararnir.
Tónleikurin, tey spæla, rakar ein breiðan skara av fólki, og tey gleða seg at sleppa at spæla á Eiði.