Jens Mortan Rasmussen og kona hansara, Rigmor Rasmussen, sóu, tá frystilínuskipið Eivind fór á land á Flesjunum klokkan 11.20 í morgun. Tey hildu, at skipið var rættiliga nær og fylgdu tí við, hvussu hetta fór at tørna út. Knappliga sóu tey, at reyði botnurin á Eivindi kom upp úr sjónum.
Jens Mortan Rasmussen sigur, at hann beinanvegin ringdi 112 og segði frá tí, hann hevði sæð, og nakrar minuttir seinni ringdi 112 aftur og segði, at MRCC var á málinum. Jens Mortan og Rigmor loystu bátin á Strondum og sigldu suður til Flesjarnar fyri at vita, um brúk var fyri hjálp.
- Mín fyrsti tanki, tá eg sá, at skipið tók, var, at bara skipið ikki søkkur. Tá vit komu á leiðina, vóru onkrir bátar longu komnir til Eivind. Umborð á línuskipinum var slett eingin panikkur, og her var als eingin vandi á ferð. Meðan vit vóru við Flesjarnar, høvdu vit ikki samband við manningina umborð, sigur hann.
Meðan tey vóru við Flesjarnar, tóku Jens Mortan Rasmussen og konan, Rigmor Rasmussen, nakrar myndir, sum In.fo hevur fingið loyvi at brúka. Tá vit skiftu orð við fuglfirðingin fyri løtu síðan, visti hann eisini at siga, at Brimil júst var komin á leiðina við Flesjarnar.
##med2##
##med3##
##med4##