Nevndin skipaði seg við Tummas Justinussen sum formanni.
Nevndin hevur heitt á Jens Meinhard Rasmussen um at halda fram sum stjóri í felagnum, og Jens Meinhard hevur takkað fyri álitið.
– Eg eri glaður fyri álitið at standa á odda fyri Smyril Line og øllum dugnaligu starvsfólkunum, ið starvast her. Hetta er ein fyritøka, ið eg kenni væl. Eg havi verið í nevndini síðan 2008 og nevndarformaður síðan 2011, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line.