Jens Martin: Vit mugu vinna restina av dystunum nú (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við Jens Martin Knudsen, hjálparvenjara hjá NSÍ um 0-1 tapið móti KÍ, og hoyr Oddbjørn Joensen taka samanum dystin

##med2##

Hetta hava verið ein marra á heimavølli hjá NSÍ tveir dystir á rað. Fyrst 0-3 heimatap móti FM-kappingarneytanum, B36 og so 0-1 heimatap í kvøld móti hinum FM-kappingarneytanum, KÍ.

- Vit mugu vinna allar dystirnar sum eru eftir um vit skulu hava ein møguleika at vinna FM1. Vit hava sett okkum sjálvar í eina ógvuliga ringa støðu, staðfestir hjálparvenjarin hjá NSÍ, Jens Martin Knudsen.

- NSÍ hevur meldað seg úr FM-stríðnum um ikki B36 og KÍ snáva, sigur Oddbjørn Joensen viðmerkjari til dystarfrásøgnina hjá FM1 við Løkin í Runavík í kvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jens Martin Knudsen og Oddbjørn Joensen aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá KÍ, og samrøðuna Tróndur gjørdi við sigursmálskjúttan, Páll A. Klettskarð. 

(Samrøður: Jens Martin Knudsen og Oddbjørn Joensen)