Jens Martin verður aftasti skansi

NSÍ hevur heitt á veteranin um at verja málið týskvøldið í staðin fyri Tórð Thomsen, sum eftir útvísingina í Georgia er leikbannaður

Tá ið NSÍ týskvøldið klokkan sjey fer á ovara vøll í Gundadali at spæla ímóti Dinamo Tblisi, verður ein ógvuliga royndur maður millum NSÍ stólparnar. Jens Martin Knudsen hevur fingið boð, tí NSÍ er í uppisetri fyri málverjar.

- Tórður Thomsen varð útvístur, tá ið hann í síðstu løtu í Georgia sá gula kortið fyri aðru ferð. Annar málverji hjá okkum er Predrag Zivkovic. Hann er farin til hús í summarfrí, tí hann er ikki førur fyri at spæla. Fyrr í ár breyt hann ein fingur. Tá ið hann aftur fór at venja, var aftur galið, og harvið hava vit ongan eykamálverja.

Soleiðis greiðir Pauli Poulsen, hjálparvenjari hjá NSÍ, sum hevði ábyrgdina av liðnum í Georgia, frá. Tá ið Tórður varð rikin av vølli, fór vinstri vongverjin, Einar Hansen, í málið.

Tá ið NSÍ boðaði UEFA frá, hvørjir spælarar vóru á listanum til undankappingardystirnar í europeisku meistarakappingini, var Jens Martin ikki nevndur. Reglurnar siga, at tað, eftir at síðsta freist er farin, er loyvt at boða frá einum spælara afturat. NSÍ gjørdi nýtslu av tí rættinum. Teir boðaðu UEFA frá, at Jónas Þór Næs skuldi setast afturat. Nú hava teir so heitt á UEFA um at fáa enn eitt navn á listan.

- Tað eru onnur í felagnum, sum hava tikið sær av hesum málinum, men vit ganga út frá, at tað fer at bera til at finna eina loysn upp á henda trupulleikan, tí tað ber ikki til at spæla uttan málverja, heldur Pauli Poulsen.

Jens Martin Knudsen vandi við NSÍ fríggjakvøldið og aftur í vikuskiftinum.

NSÍ spælararnir hildu annars, at talan var um rættuliga harðan dóm, tá ið Tórður Thomsen varð vístur av vølli í Georgia. Fyrra gula kortið varð givið, tá ið málverjin var orsøk til brotsspark. Í seinna førinum varð kortið givið, tí dómarin metti, at NSÍ málverjin hevði hug at draga tíðina út. Hetta var í yvirtíðini.

Dómarin hevði ikki frammanundan givið málverjanum eitt vink um, at hann skuldi ansa sær. Tað plaga dómarar at gera í sovornum førum, áðrnn teir fara í lumman eftir gula kortinum.

Tað tóktist heldur ikki sum um, at dómarin hevði gáað um, at málverjin longu var skrásettur fyri gult kort, tá ið hann vísti gula kortið fyri aðru ferð. Tað var ikki fyrrenn, at hann fór at føra bókhaldið, at hann tóktist gerast greiður yvir, at Tórður Thomsen skuldi vísast av vøllinum.