Jens Martin og Jákup lærdu frá sær

Um vikuskiftið var málmansvenjaraskeið í FSF-húsinum í Havn. Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen vóru skeiðleiðarar, og 9 luttakarar vóru á skeiðnum. Ætlanin var at hava fleiri venjingar uttandura, men veðrið var ikki til vildar, og tí vóru ítróttarhøllin á Hálsi og Badmintonhøllin tikin í brúk til venjing.
Á málmansvenjaraskeiðnum varð arbeitt við grundleggjandi førleikunum. Farið varð í teknisku smálutirnar, soleiðis at luttakararnir fingu royndir at standa fyri málmansvenjing.