Jens Martin: NSÍ vinnur 3-1 á B36

(SportBoxin) Jens Martin Knudsen vitjaði SportBoxina á Rás2 og metti um 3. umfar í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann partin av SportBoxini á Rás2, sum er fótbóltspanelið.

 

Dagsins gestur var málmans- og landsliðslegendan, Jens Martin Knudsen.

 

Jens Martin Knudsen metti um 3. umfar í effodeildini. Jens Martin er ivaleysur í, at NSÍ vinnur 3-1 á B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn í morgin.

 

Prátið, sum Tróndur Arge hevði við Jens Martin Knudsen snúði seg eisini um góðar gamlar fótbóltsdagar, ikki minst tíðina tá Jens Martin Knudsen vardi málið hjá føroyska landsliðnum. Jens Martin valdi eisini sítt persónliga Allstar-lið.