Jens Martin Knudsen til Skotlands

Jens Martin Knudsen hevur gjørt leigusáttmál við AYR United í Skotlandi

Jens Martin Knudsen fer í morgin til Skotlands at verja málið hjá AYR United. 1. málmaðurin hjá teimum er seldur til Millwall og 2. málmaðurin er skaddur. Felagið hevur tí leigað Jens Martin Knudsen, sum skal verja mál teirra til 1. mars komandi.


Ætlanin var, at Jens Martin Knudsen skuldi farið til Skotlands í gjár og spælt dyst í dag. Men av tí at hann gjørdist pápi í dag, valdi hann at bíða til í morgin at fara til Skotlands.