Jens Martin: Hatta var djarvt av Klæminti (FM1)

(FM1) Landsliðsmálverjilegendan fegnast um góðu byrjanina hjá Føroyum í Nations League kappingini

##med2##

- Tað var ikki gamalt at fáa seks stig í tveimum dystum. Landsliðsmálverjilegendan, Jens Martin Knudsen fegnast um góðu byrjanina hjá landsliðnum, og hjá Håkani Ericson, landsliðsvenjara.

Um væl frágingna hælsparksmálið hjá Klæminti A. Olsen, ið gjørdist sigursmálið hjá Føroyum móti Andorra í Nations League dystinum í Andorra sigur Jens Martin: - Hatta var sera djarvt av Klæminti.

Jens Martin fegnast eisini um, at føroyska liðið helt Andorra burtur frá at skapa nakran størri málmøguleika í dystinum. 

Jens Martini líkar væl háttin Håkan Carlson hevur gripið tingini ann sum nýggjur landsliðsvenjari. Talan er um eina varna líðandi broyting, og ikki eina kollvelting.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra telefonsamrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Martin Knudsen aftaná 1-0 sigurin á Andorra. 

(Samrøða: Jens Martin Knudsen)