Jens Martin: framúr gott HM-lutakast

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr málmanslegenduna meta um komandi HM-bólkin og FM-stríðið í effodeildini

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr :

 

1) Metingina hjá Jens Martini Knudsen av komandi HM-bólkinum, har Føroyar eru í bólki saman við Portugal, Sveis, Ungarn, Lettlandi og Andorra. Jens Martin heldur lutakastið verða framúr gott, har vit kunnu fáa Christiano Ronaldo til Føroya. Jens Martin heldur avgjørt, at vit eiga at seta nøsina upp eftir at fáa stig ímóti Ungarn og Lettlandi, og vinna á Andorra, men hvør uppgáva eigur at verða tikin í størsta álvara. 

 

2) Metingina hjá Jens Martini Knudsen av FM-stríðnum millum Víking, NSÍ, B36 og HB, har Víkingur er ein lítil favorittur hjá Jens Martin.

 

Tróndur Arge prátaði við Jens Martin, aftaná 1-2 sigurin hjá NSÍ á AB úti á Argjum.