Hóast vinardysturin ímóti íslendingum er um ein mánað, so tykist greitt, at tað ikki fer at eydnast Fótbóltssambandinum at finna nýggjan landsliðsvenjara til ta tíð. Tí verða tað tveir føroyingar, sum koma at taka sær av at seta liðið og stjórna landsliðnum frá síðulinjuni henda dystin.
Fyrr í vikuni segði forsetin í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, at ikki var neyðugt at hava funnið avloysaran fyri Jógvan Martin Olsen undan vinardystinum ímóti Íslandi í Kórinn-høllini á Kópavogi, og nú mestsum váttar formaðurin í landsliðsnevndini, Magnus á Stongum, at eingin venjari heldur verður settur áðrenn 22. mars.
Í øllum førum segði hann við 3-2 í gjárkvøldið, at tað verður virkandi landsliðsvenjarin, Jens Martin Knudsen, sum saman við einum øðrum føroyingi skal standa fyri fyrireikingunum til tann dystin. Jens Martin hevur sáttmála sum hjálparvenjari hetta landsliðsárið út, so tí er hann upplagda valið til at vera annar teirra, ið tekur henda dystin.
Kennir íslendingar
– Eg eri klárur og til dystin fús, og tað skal heldur ikki vera nakað dulsmál, at júst ein landsdystur ímóti Íslandi er ein serliga stuttlig og spennandi avbjóðing, sigur Jens Martin Knudsen, sum síðstu fýra mánaðirnar hevur verið í tí løgnu støðu, at hann hevur verið hjálparvenjari, men uttan at hava nakran venjara oman fyri seg.
– Mín sáttmáli við Fótbóltssambandið er framvegis galdandi, so tí arbeiði eg upp á besta máta við fyrireikingum og øðrum. Eg skal so gera mítt til, at nýggi landsliðsvenjarin ikki skal standa púrasta á berum, tá hann eina ferð kemur.
Tá nú talan er um ein dyst ímóti júst Íslandi, er neyvan nakar betur førur fyri at gera fyrireikandi arbeiðið enn Jens Martin, sum sjálvur hevur verið bæði spælari og venjari í Íslandi fyri ikki so øgiliga langari tíð síðani. Tí hevur hann gott innlit í íslendskan fótbólt og kennir bæði spælarar og venjarar har yviri.
– Enn vita vit ikki, um íslendingar ætla at hava nakrar ella ongar av sínum útisetum við í dystinum ímóti okkum, men eg fylgi so væl við, sum tað letur seg gera. Men hetta er so ein dystur, ið hevur nokk so nógv at siga fyri okkum, og nú vit fingu ein frammaná frá teimum har yviri fyri einum ári síðani, vilja vit sjálvandi vísa, at vit eru betri enn 3-0 til Ísland, sum tá stóð á máltalvuni, sigur virkandi landsliðsvenjarin