Jens Marni vitjar á Skarv leygarkvøldið

Kendi rokkarin úr Kollafirði fer at undirhalda á Skarv í Keypmannahavn í leygarkvøldið hin 16. mars.

 

 

Jens Marni Hansen hevur undirhildið á palli í 40 ár. Hann hitaði upp fyri Bon Jovi í Parkini í 2013, tá hann vann kapping millum 60 bólkar, sum sendu tilfar inn.

 

Hann hitaði eisini upp fyri James Blunt fyri fáum árum síðani.

 

Jens Marni hevur undirhildið fleiri ferðir á stóra palli á Summarfestivalinum, verið við í donskum kappingum og sjónvarpssendingum.

 

Tá Jens Marni í 2010, var við í donsku Melodi Grand Prix'num, vann hann tó ikki, men bæði hyggjarnir og tann eini dómarin Chief One vóru týðiliga sanførd um, at Jens Marni var tann besti.

 

Jens Marni spældi longu til dans sum 13 ára gamal. Nógv kenna vit hann syngja og spæla við í bólkum sum Kjølar, All That Rain, Faktor 4 og Showmenn.

 

Hann hevur undirhildið til mong føroysk brúdleyp, føðingardagar, veitslur, flestu stevnur, festivalar og spælistøð í landinum, og hann koyrir á enn.

 

Leygarkvøldið fær Skarv í Keypmannahavn aftur vitjan av Jens Marna Hansen, sum byrjar klokkan 1 og undirheldir til klokkan 6 um morgunin við kendum popp og rokktónleiki.

 

Ókeypis atgongd á føroyska staðnum áðrenn midnátt í annaðkvøld á Pilestræde 43-45.