Jens Marni var flúgvandi

Jens Marni Hansen tók áhoyrarnar á bóli, tá ið hann spældi á kendum spælistaði í Keypmannahavn. Jens Marni Hansen hevur júst havt tvær framførslur á spælistaðnum Dropp Inn í Keypmannahavn. Staðið telist millum tey kendu støðini við live-tónleiki í Keypmannahavn.

 

Annað kvøldið spældi Jens Marni coverløg, og annað kvøldið spældi hann sín egna tónleik.

 

- Tað, sum var serliga áhugavert fyri meg, var at spæla mínar egnu sangir, og eg hevði tí fyrireikað meg sera væl til ta framførsluna, sigur Jens Marni Hansen.

 

- Tað vóru nógv áhoyrarar, og eg haldi, at teir blivu eitt sindur ovfarnir av tónleikinum hjá mær. Tey vistu kanska ikki, hvat tey skuldu væntað, men eftir framførsluna fekk eg sera góðar afturmeldingar, sigur Jens Marni.

 

Hann hevði bólk afturat sær til framførsluna og spældi sangir av solútgávuni hjá sær umframt grand prix sangin.

 

Ætlanin er nú, at Jens Marni skal spæla aftur á Dropp Inn fyrst í komandi ári.