Jens Marni vann ikki

Nú er greitt, at Jens Marni Hansen ikki megnaði at syngja seg víðari til semifinaluna, og sostatt verður hann ikki umboðið hjá dønum í Melodi Grand Prix í Oslo. Jens Marni hevur mangan sett spurnartekin við ,hvørt rokktónleikur hóskar seg til Melodi Grand Prix.

 

Um hetta var orsøkin í kvøld er ikki at vita, kortini má staðfestast, at Jens Marni Hansen ikki gjørdist vinnarin av danska Melodi Grand Prixnum.