Jens Marni vísir vegin

Fyri aðru ferð í kvøld hevur Jens Marni Hansen tikið ímóti eini planet. Hesa ferð fyri bestu útgávuna Heitið ?The Right Way? kann eins væl og nakað annað vera ein beinleiðis tilvísing til, at henda fløgan er gjørd á rættan hátt, her er kýnt fyri smálutunum, og framleiðslan er frálík. Eftir meira enn eitt áratíggjund sum limur í bólkum sum Kjølum, All That Rain og Showmonnum, stendur Jens Marni á egnum beinum, og tað ger hann ótrúliga væl. Fleiri løg á fløguni hava longu verið landaplágur í fleiri mánaðir.

Her er talan um fangandi popprokk, ið framborin av ráu rokkrøddini hjá Jens Marna stendur seg væl fult á hædd við eitt nú seinastu fløguna hjá Bryan Adams.