Jens Marni Hansen vitjar í Stóra Pakkhúsi leygarkvøldið. Jens Marni, ið hevur nýggja fløgu á marknaðinum, hevur áður vitjað í Stóra Pakkhúsi, og hann kann rósa ferðini, tí tað hevur hepnast væl og nógv fólk hava verið og lurtað.
Jens Marni er ikki ókendur gestur í Suðuroynni, og hann hevur javnan vitjað bæði á Tvøroyri og í Vági. Leygarkvøldið er hann so í Vági og Stóra Pakkhús er opið frá klokkan 22.00.