Jens Marni ætlar sær til Oslo

- Men tað er eingin skandala, um eg ikki vinni ? hetta er kortini ein máti hjá mær at blíva kendur í Danmark, sigur Jens Marni Hansen

Í hesum døgum er Jens Marni Hansen staddur í Danmark, har hann fyrireikar seg til stóru Grand Prix finaluna, sum verður leygarkvøldið. Hann skal syngja ein sang, sum forsangarin í Johnny DeLuxe, Noam Haldby, hevur skrivað saman við øðrum.

 

Leygarkvølidð hitaði hann upp við framførslu á føroyska vertshúsini Skarv í Keypmannahavn, har stappað var við fólki.

 

Jens Marni Hansen sigur við Sosialin, athansara sangur eitt lag, sum hann roknar við verður eitt hitt, men upp á fyrispurningin um, hvørt hann strýkur avstað við fyrsta plássinum, torir hann einki at siga um, tí hann hevur ikki hoyrt hinar sangirnar.

 

- Men eitt er heilt vist. Eg fari at gera mítt til fyri at vinna, mín innsatsur skal so ikki liggja eftir. Um eg ikki vinni, so er tað eingin skandala, tí hetta er ein partur av framtíðar promoveringini av mær í Danmark ? hetta er fyrsta stigið á leiðini. So vónandi kemur hendan framførslan at gera, at eg ofta í framtíðini verði at síggja á donskum tónleikapallum í framtíðini, sigur Jens Marni Hansen.

 

Danska Grand Prix kappingin hjá Danmarks Radio verður í Ålborg leygarkvøldið, har 10 solistar og bólkar skulu royna at vinna kappingina og danska plássið í altjóða kappingini, sum verður í Oslo. Danmarks Radio sendir sjálvandi kappingina úr Ålborg beinleiðis í sjónvarpi leygarkvøldið.

 

562 buðu seg fram at vera við í kappingini, har 10 drógu longstu stráini at verða við í Ålborg leygarkvøldið.

 

Sangurin, sum Jens Marni Hansen fer at syngja, eitur Gloria, og er ein popputur rocksangur.