Jens Marni tikin á bóli

Jens Marni Hansen var av álvara tikin á bóli í studionum hjá Rás2 í Klaksvík.

Hann varð boðsendur at koma til Klaksvíkar at gera eitt prát í sendingini og eisini spæla til eitt tiltak, sum Rás2 hevði á middegi.

Men hetta tiltak var ikki til, og tá ið Jens Marni var komin í gongd við samrøðuna í studionum, brast hurðin upp, og so fekk hann boðini um, at hann skuldi hita upp fyri Bon Jovi í Parkini.

Jens Marni var mest sum málleysur, men hann fekk orðið fyri seg aftur og staðfesti bara, at samstundis sum tað kendist óveruligt, var tað fantastiskt at verða valdur til uppgávuna.