Jens Marni í Telebúðini í Saltangará

Framførslan byrjar kl. 18 Jens Marni Hansen, sum er nomineraður til bæði ársins mannliga sangara og ársins útgávu í Planet-virðislønunum, fer at syngja ?unplugged? í Saltangará, nú kl. 18. Framførslan verður í Telebúðini hjá Føroya Tele. Gløgg og holukøkur verða at fáa hjá øllum teimum, sum koma at lurta.