Jens Marni takkaði fyri seg

Um vikuskiftið vóru seinastu framførslurnar við All That Rain, soleiðis sum fólk eru komin at kenna bólkin


 

All That Rain vóru um vikuskiftið í Klaksvík og spældu til dans. Fríggjakvøldið var stórur almennur dansur í KÍ-høllini, og leygarkvøldið spældi bólkurin í Klaksvíkar Klubba.

Hetta vóru seinastu framførslurnar við Jens Marna Hansen sum sangara og gittarspælara í bólkinum. Síðani All That Rain varð stovnað í kjalarvørrinum frá Kjølum, hevur Jens Marni verið frontmaður í bólkinum.

Hetta hevur hann ikki hug til longur, tí hann vil ikki brúka so nógva tíð til at spæla. Hetta hevur gjørt, at hann hevur sagt upp í All That Rain.

? Tað kendist sum vanligt at verða á pallinum fríggjakvøldið. Eg hugsaði ikki so nógv um, at hetta var seinasta ferðin eg spældi við All That Rain, sigur Jens Marni Hansen.


Nýggj manning

Teir báðir tónleikararnir, sum eru eftir í All That Rain, ætla at halda fram við bólkinum, men til tað krevst, at teir finna nýggjan sangara og gittarspælara.

Henning Nicodemussen og Jens Tummas Ness hava bjóðað øllum áhugaðum tónleikarum at gera vart við seg, um teir hava hug at spæla í bólkinum, og teir leita eisini sjálvur eftir nýggjum tónleikara ella tónleikarum.

450 fólk vóru til dansin í KÍ-høllini fríggjakvøldið, og tað er góð undirtøka, tá hugsað verður um líknandi tiltøk í Klaksvík.