Jens Marni gav herfyri út fløguna “Føroyskir Klasikkarar”, og nú verður útgávukonsert, har Jens Marni eisini hevur gestasangararnar Robert McBirnie og Ólavur Højgaard við sær.
Nýggja fløgan hjá Jens Marna við tulkingum av føroyskum klassikarum hevur fingið góða móttøku, og á hesi konsertini verður fyrstu ferð høvi at uppliva hetta tulkingarnar hjá Jens Marna spældar live.
Sum vant hevur Jens Marni ein væl spælandi bólk við sær.
Ragnar Finnson og Árni Jóhannesson hita upp, áðrenn Jens Marni ferð á pallin.
Konsertin er á Reinsarínum í Havn í kvøld kl. 20.00.









