Jens Marni: Stuttligt at spæla fyri suðuroyingum

-Tað er altíð lív í í Suðuroy, og suðuroyingar eru sera festligir at spæla fyri, sigur Jens Marni Hansen, sum leggur leiðina til Vágs í annaðkvøld. Tað er nakað um prátið, at suðuroyingar eru stuttligari at spæla fyri enn aðrir føroyingar. Tað heldur í øllum førum Jens Marni Hansen, sum í annaðkvøld leggur leiðina til Vágs við Jens Marni Band.

 

Jens Marni hevur áður spælt til dans í Suðuroynni, og hesaferð gongur leiðin til Vágs.

 

Jens Marni Hansen sigur, at suðuroyingar kunnu vænta sær eitt kvøld við popp og rokktónleiki.

 

-Tað er veruliga nakað um prátið, at suðuroyingar eru festligir at spæla fyri. So eg vóni, at tað góða lagið verður við aftur í annaðkvøld, sigur Jens Marni Hansen