Jens Marni spælir í Føroyahúsinum

Leygarkvøldið 11. apríl klokkan 23 lata dyrnar upp til ársins dans í Føroyahúsinum í Keypmannahavn

 

Leygarkvøldið 11. apríl klokkan 23 lata dyrnar upp til ársins dans í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Jens Marni Hansen, ið er oddamaður í bólkinum, man vera størsta rokkstjørnan vit føroyingar eiga. Upprunaliga kenna tey flestu Jens Marna frá bólkunum Kjølar, All That Rain og Showmenn. Umframt hetta, hevur hann eisini hitað upp fyri sjálvan rokkongin Jon Bon Jovi.

 

Seinnu árini hevur hann spælt við egnum bólki, Jens Marna Band, sum - umframt Jens Marna á gittara – er mannað av Jóhannus á Rógvi Joensen á bass og Jósva Debes á trummum. Jens Marni Band leggur seg eftir at spæla bæði gyltar klassikarar og tað nýggjasta nýggja, sum varierar millum glaðan popp og bleytan rokk.