Teir báðir trubadurarnir Jens Marni Hansen og Hans Andrias Jacobsen undirhalda hetta vikuskiftið í Club 700.
Jens Marni spælir fríggjakvøldið, meðan Hans Andrias fer á pall leygarkvøldið. Jens Marni er fólkaogn í Føroyum og telist millum best dámdu trubadurar í landinum.
Hans Andrias bleiv valdur til ársins nýggja navn á Planet Awards í fjør ikki minst orsaka av hittinum “Don’t want to burn”, hann er annars kendur fyri sín leiklut í Grandma’s Basement, men er eisni vorðin støðugt betri dámdur sum solistur.
Leygarkvøldið sleppur hann so á pall aftur á heimavølli.
Hoyr lagið Don’t want to burn omanfyri.