Fyri einum hálvum tíma síðani byrjaði Jens Marni Hansen upphitingina fyri Bon Jovi, sum seinni í kvøld fer á pall í Parkini í Keypmannahavn.
Úr Keypmannahavn frætta vit, at har eru 22 hitastig og gott lag
Bon Jovi hevur gjøgnum árni spæl fleiri enn 2.700 konsertir í fleiri enn 50 londum fyri yvir 35 milliónum fjepparum og í kvøld, tá hann fer á pallin í Keypmannahavn, verður tað fyri 35.000 áhoyrarum.
Konsertin í Parkini er onnur konsertin í røðini hjá amerikanska rockbólkinum á ferðini, teir kalla »Because We Can«-turné'in.










