Jens Marni kom víðari í kapping á DR

Jens Marni Hansen er víðari í sangkappingini »Stjerneklar« hjá Danmarks Radio

Talan er um kapping, har royndir sangarar skulu syngja løg hjá fyrimyndum sínum. Vit vita ikki frammanundan, hvønn tónleikararnir fara at tulka – og tá Jens Marni Hansen saman við tveimum øðrum donskum tónleikarum trein á pallin í sendingini í kvøld, vísti tað seg at vera Bryan Adams, sum hann skuldi tulka.

 

Sendingin liggur á dr.dk og kann síggjast við at trýsta her

 

Fimm bólkar vóru við í kvøld, sum tulkaðu ymsar tónleikarar. Jens Marni og hinir í Team Bryan Adams komu fyrstir víðari við atkvøðunum hjá hyggjarum. Síðani var tað liðið Team DoDo, sum kom víðari við hyggjaraatkvøðunum. Her var tað ein bólk við trimum rímuliga tilkomnum kvinnum, sum tulkaðu sangin »Vågner i natten« hjá donsku Maria Charlotte Gade ella betur kend sum DoDo frá DoDo and the DoDos. Fyrstu ferð hon spældi eitt lag inn var saman við danska fótbóltslandsliðnum, »Efter Re-Sepp-ten«, sum gjørdist slagsangurin hjá fótbótlslandsliðnum til endaspælið í HM í Mexico í 1986.

 

##med2##

 

Síðani vóru tað dómararnir, Medina, Barbara Moleko, Tinus og Nicholas Kawamura, sum skuldu gera av, hvør sum tann einasti av hinum trimum bólkunum skuldi sleppa víðari. Og valið fall á bólkin Team Amy Winehouse.

 

Í næstu sending verður kappingini millum teir tríggjar vinnararnar frá seinastu sending, Team Elton John, Team Bamse og Team Sanne Salomonsen sum skulu kappast um, hvørji trý lið koma víðari í kappingini.

 

##med3##

 

Umframt Jens Marna Hansen, so er eitt annað umboð úr Føroyum við, sum vit vita um. Tað er Søren Haugaard Pedersen. Hann eigur tørn 12. mai.

 

Les samrøðu við hann HER.

 

##med4##

 

##med5##

 

'Hele Danmarks popdroning' – Medina, er ein av dómarunum í kappingini Stjerneklar hjá DR