Jens Marni Hansen og X-Factor

Hóskvøldið fer Jens Marni Hansen á pallin á Hvonn. Hetta er eitt serstakt høvi hjá honum at spæla aftur saman við tónleikaranum Jens Thomsen.

Hesin var nevniliga trummuspælari í X-Factor-orkestrinum tá Jens Marni luttók í kappingini.

Teir eru í løtuni við at innspæla eina sang, sum Jens Marni hugsar at royna seg við í komandi Grand Prix-kapping í Danmark.

Við teimum báðum eru Kim Hansen og Pauli Magnussen, - báðir kend andlit í føroyskum tónleikahøpi.

Bólkurin hjá Jens Marna fer hóskvøldið á Hvonn at spæla sangir hjá honum og eftirgjørd løg.

Teir spæla kl. 21.00

 

Hóskvøldið um eina viku eru tað so Martin Joensen og hansara menn sum trína á pallin í Hvonn.