Jens Marni Hansen í Keypmannahavn

Jens Marni Hansen er eitt heitt navn í føroyskum tónleiki í løtuni, og hann leggur leiðina fram við Skarv um vikuskiftið

Ein av spennandi og aktuellu føroysku tónleikarunum í løtuni er Jens Marni Hansen, sum fyrr í ár gav út fløguna ?The right way?. Fløgan hevur fingið framúr góða móttøku og liggur eisini í fløgusavninum hjá mongu føroyingi í dag.

 

Fríggjakvøldið og Leygarkvøldið spælir fyrrverandi Showmaðurin á Skarv. Jens Marni hevur víst, at hann er ein framúr góður einstaklingur, og er altíð gott lív í, tá Jens Marni Hansen spælir og syngur.