Jens Marni Hansen i Péche

So er aftur livandi tónleikur í barrini í Saltangará. Péche bjóðar til tónleik frá Jens Marna Hansen.

 

Jens Marni Hansen hevur mangan áður undirhildið í Péche, og sum skilst taka eysturoyingar væl ímóti Jens Marna, sum stendur handan hittini Gloria, The Right Way, Misery, Maybe Tomorrow og Heroes will fall.

 

Fríggjakvøldið verður so møguleiki at uppliva Jens Marna Hansen live, tá ið hann stendur fyri tónleikinum í Péche.

 

Kl. 22.00 verður byrjað við vælumtóktu spurnakappingini Pub-Quiz, og eftir kappingin er liðug er Jens Marni Hansen á skránni.

 

Leygarkvøldið verður barrin opin eins og vanligt frá 22.00 til 04.00, siga fyrireikarar.

 

Tú kanst fylgja við í skránni hjá Péche á Facebooksíðuni hjá barrini, sum er at finna her:

 

www.facebook.com