Jens Marni Hansen verður við í seinni sending, 21. apríl.
Hann greiðir frá, at hettar er ein stuttlig avbjóðing, ið vónandi kann føra til, at yrkisleiðin verður ment í Danmark.
Stjerneklar er nýggjasta undirhaldssendingin hjá DR, sum skal lyfta arvin eftir X Factor og aðrar stórar sendingar. Í Stjerneklar verða tónleikaspírar ílatnir sum kendir tónleikarar og kappast um bestu framførslu.
Tilsamans eru 60 luttakarar við, sum skulu framføra sangir hjá 12 útlendskum og átta donskum tónleikarum.
Joakim Ingversen er vertur og dómarnar verða Medina, Barbara Moleko, Tinus og Nicholas Kawamura.